fbpx

LÆTTUR TÚRUR Á OYRAREINGJAGARÐI FYRI BØRN

(1 ummæli)

kr.3,295.00 DKK

Pláss: Max. 18 pers. íroknað starvsfólk
Torleiki: Lættur
Túrur: 3 tímar
Fráferð: Kl. 10.00 – ella eftir nærri avtalu

Gakk, lær og spæl við søgum og sagnum. Og et tín matpakka í Koppinum. Hesin túrurin er ætlaður børnum frá 6 ár, t.d. barnagarðsbørnum, skúlabørnum, 1.-3. flokk o.ø., ið ferðast við vaksnum.

Møguleiki er at laga túrarnar til størri børn. Skriva til marka@marka.fo ella ring 591500.

> SEND FYRISPURNING

Bílegg túrin á: marka@marka.fo

Vøru ID Gonguturur til børn Vørubólkur

VØRULÝSING

Sansastimbrandi túrur til børn, har vit fara út í føroysku náttúruna, aftur í tíðina og fram til dagin í dag meðan vit læra um elligamlan mentanararv.

Túrurin byrjar við Brynjumannaborð. Gingið verður eftir gomlu bygdargøtuni suður til Langaregn. Haðani verður farið niðan við vøkru og spennandi Skeiðsá, niðan í Koppin. Vit vitja undir Stallabrúnni og hoyra, hvør goymir seg har. Á vegnum, og meðan vit til dømis eta matpakkan, fari eg at siga frá parti av Seyðabrævinum. Hví tað kom, um markini, um hvat hendi á Brynjumannaborði, á Oyrareingjagarði, um seyð, Hórisgøtu og øðrum forvitnisligum søgum og sagnum.

Túrurin er ætlaður børnum frá 6 ár – t.d. barnagarðsbørnum, skúlabørnum, 1.-3. flokk o.ø., ið ferðast við vaksnum.

☝️Trýst á ummæli bjálkan omanfyri fyri at lesa, hvat onnur siga um túrin.☝️

SEND FYRISPURNING UM TÚR

1 ummæli fyri LÆTTUR TÚRUR Á OYRAREINGJAGARÐI FYRI BØRN

  1. Spírarnir á Dagstovninum á Hamrinum

    Mentan og námsfrøði undir bláum himli

    Í allarbesta veðri vóru vit ein sera gevandi túr við MARKA.

    At fáa so nógva sansastimbran undir bláum himli er einki minni enn heilt framúr. Gongutúrurin við frálíkum útsýni har børnini gingu í ójøvnum lendi. Mót- og undanbrekku, anganum av haga, bleytum mosa, har føturnar sukku so deiligt niðurí, ja orð eru fátøk. Øll fjøllini, hvørt størri enn annað, og ikki minst longsta bygdin – Kollafjørður.

    Fyri onkran var tað at koma so nær einum seyði ein sonn uppliving. Vit góvu seyðinum at eta og og eina løtu lærdu vit okkum seyðamál. Lesullina tóku vit við okkum.

    Heimafturkomin í barnagarðin vóru børnini sera áhugaði í ullini. Fleiri børn vaskaðu ullina, sum vit fara at spinna til tógv, men fyrst má karðast.

    Søguna, um steinin/borðið, ið varð klovið situr rimmarfast í minninum hjá børnunum – Brynjumannaborðið… Aldargamla seyðabrævið, ið okkum lærir um at MARKA seyð, so kríggj og stuldur ei longur kundi ráða. Elligamli mentanararvurin í nútímanshami.

    Ja, av sonnum ,,gakk, lær og spæl´´ við søgum og sagnum undir opnum himli – takk fyri túrin, sum vit viðmæla øðrum.

    Við takkarkvøðu

    Spírarnir á Dagstovninum á Hamrinum

Skriva eitt ummæli
Scroll to Top