fbpx

STARVSFÓLKATÚRUR Á OYRAREINGJAGARÐI – 4 TÍMAR.

(4 customer reviews)

kr.1,295.00 DKK

Tak eina løtu úr kalendaranum og kom við á gongutúr í føroysku náttúruni við íblástri úr 700 ára gamla Seyðabrævinum. Væl egnað til starvsfólkaútferð, bólkatúr og til ferðafólk.

Longd: 4 tímar
Torleiki:
Meðal
Pláss:
Min. 10. ferðandi.
Kostnaður: 1295,- fyri hvønn

> SEND FYRISPURNING

Bílegg túrin á: [email protected]

Vøru ID Gongutúrur Vørubólkur

VØRULÝSING

Túrurin er skipaður við íblástri úr Seyðabrævinum. Við hugtakandi søgu og sniði skipaðu føroyingar seyðahald og landbúnað, ið enn er í brúki, heili 700 ár seinni.

Vit hittast á parkeringsplássinum sunnan fyri Hundsarabotn og ganga niðan á søguliga Brynjumannaborð. Haðani ganga vit eftir gomlu oyggjargøtuni suður til Langaregn, har Oyggjarvegurin bleiv samanbundin.

Vit ganga niðan við vøkru Skeiðsá, niðan í Koppin og upp á Stall, ið liggur millum Skæling og Sornfelli. Har njóta vit stórsligna útsýnið út í hav og yvir á Trøllkonufingur.

Á vegnum verður tú tikin við aftur í tíðina og fram til dagin í dag. Eg fari at greiða frá hví Seyðabrævið kom, um seyð og søgulig støð sum Hórisgøtu, dagliga lívið í haganum og hvussu garðurin hevur verið partur av forkunnugum vitjanum og hendingum gjøgnum tíðirnar.

Talan er um ein pakkatúrur fyri í minsta lagi 10 ferðandi. Túrurin er ætlaður bæði føroyingum, ferðafólki og vinnu.

Møguleiki er at tillaga túrarnar. Skriva til [email protected] ella ring 591500 fyri at vita meira.

Við í pakkanum er

  • Gongutúrur við ferðaleiðara, ið er uppvaksin á Oyrareingjagarði.
  • Søgufrágreiðing við íblástri úr Seyðabrævinum.
  • Matpakki, pakkaður í tín egna bipakning, ið tú fært heim við tær at endurnýta.
  • Heimabakað rugbreyð við skerpikjøti og rullupylsu av garðinum. Afturvið okkurt gott at sløkkja tostan við.
  • Taska (tote-bag) sv/gull úr vistfrøðiligari bummull við MARKA búmerki.
  • Faldari, sum í stuttum sigur søguna um Seyðabrævið og garðin.
  • Eitt klassiskt og elegant góðskuregnskjól sv/gull við MARKA búmerki. Hetta og húsi bæði við snarlási og búmerki.

☝️ Trýst á Ummæli bjálkan omanfyri fyri at lesa, hvat onnur siga um túrin. ☝️

SEND FYRISPURNING UM TÚR

4 reviews for STARVSFÓLKATÚRUR Á OYRAREINGJAGARÐI – 4 TÍMAR.

  1. Arkitektar99

    Ein góðveðursdag í Juli fóru vit á teknistovuni v. familju ein starvsfólkatúr á Oyrareingjagarði við MARKA . Tað var ein sera góður túrur við dugnaligum ferðaleiðarum, áhugaverdum frásøgnum og einum lekkrum matpakka.

    Tær báðar Margrit og Maria dugdu sera væl at hava við sær bæði vaksin og børn. Nógvar góðar søgur vóru á útvaldum støðum á túrinum. Tað var eyðsýnt at Margrit kennir seyðahald, hagan og søgurnar, ið har til hoyra, væl. Túrurin var væl samansettur í torleikastøði, útsýni yvir á Trøllkonufingur og at endan eina vakra løtu í sólskin og lívd við Skeiðsá har vit ótu ein matpakka meðan børnini spældu í ánni.

    Allur túrurin hevði seyð sum snúningsdepil – frá Seyðabrævinum, frásøgnum úr gomlum døgum, hvussu Føroyar var uppdeilt og skipað, hvussu seyðurin ferðast, hvussu tey reka Oyrareingjagarð, børnini fingu at vita hví tað er umráðandi at samla saman lesull, og samlaðu hugagóðir upp í ryggsekkin – ja sjálvt matpakkin var heimabakað breyð við seyðakjøt av egnum skurði.

    Ein vakur og áhugaverdur túrur, sum vit enn tosa um sum eitt gott minni, nú tá veturin er í ferð við at fáa fastatøkur í okkum.

    (4 stjørnur – matpakkin smakkaði so væl, at vit kundu hugsa okkum at har var meir av honum 😉 )

  2. MAP arkitektar

    Tað er sjáldsamt at fáa eina slíka heildaruppliving, sum hesa vit fingu á túrinum við MARKA.

    Ein góðveðursdag í oktober tók teknistovan ein fyrrapart úr kalendaranum og vit setti stevnu niðan á oyggj at møta Margrit frá MARKA.

    Fáar minuttir eftir túrar byrjan, var steðgað við ein stóran stein, róptur Brynjumannaborð.
    Her byrjaði Margrit at greiða frá og vit vórðu í huganum flutt fleiri hundrað ár aftur í tíðina og sóu fyri okkum Skælingsbóndan, Frísar á Akrabyrgi, Erlend Biskup og ímyndaðu okkum hvussu menn hava sæð út eftir loknan bardaga á Mannafelsdali og har við steinin, tá teir sleptu brynjunum og drukku siðurskál.

    Tað er einki minni enn ein fantastisk uppliving at vera tikin úr rokaliga gerandisdegnum og sett út í náttúruna, har tíðin og ferðin er sín egna. Har flyta vit okkum ikki skjótari, enn jørðildi og egna gongu megin (orkan) loyvir tí. Náttúran ræður og vit geva eftir.
    Har uppi millum fjøllini er náttúran enn óspilt og ikki er ilt at ímynda sær at hetta var sami pallur sum tann sum Margrit so livandi greiðir frá úr søgum og sagnum.

    Á túrinum vóru vit førd ígjøgnum ymisk landsløg: Framvið einum hamara, eftir eini á, í ein dal og upp eftir einum fjallaryggi. Har uppi á Stalli, var flott útsýnið í allar ættir.

    Tá vit vóru komin oman av Stallinum og settust við matpakkunum var fullkomin friður á øllum.
    Vit sótu undir Stalli sum (úr griksk. Stele) merkir gravarsteinur og sóu yvir Hundsenni sum merkir altar (Hunsl) og longur niðri sóu vit Hórisgøtu (hof-ryggs-gøta) sum merkir gøta yvir ein Guðastað.
    Matpakkin, við vælsmakkandi ærskjøti og heimagjørdari rullupylsu var sjálvsagt etin við andakt.

    Heimafturkomin sita vit eftir við eini kenslu av at túrurin var forkunnugur. MARKA bjóðar okkum inn í eitt univers, sum í fleiri ættarlið hevur verið teirra á garðinum á Oyrareingjum.
    Ein reyður tráður gongur ígjøgnum náttúru, siðaarv, sagnir og søgu, sum síðan verður tvunnin í Sniðgeving við íblástri frá Seyðabrævinum. Hetta er eftir okkara meting ein flott og hugkveikjandi uppliving, sum vit avgjørt vilja viðmæla.

  3. Betri Banki Stjórnarskrivstovan

    Ein góðveðursdag í juni skiftu vit skógvarnar út við fjallastivlar og fóru ein starvsfólkatúr við Marka niðan á Stall. Við í ryggsekkin høvdu vit fingið kaffi og hvør sín matpakka, so vit vóru væl útgjørd at fara túrin. Ferðaleiðarin dugdi avbera væl at steðga á við jøvnum millumbili, at greiða frá og at fáa okkum við fleiri hundrað ár aftur í tíð. Á veg niðan tóku vit ein steðg, har vit drukku kaffi og fingu okkurt søtt afturvið. Útsýnið var frálíkt á veg niðan á Stall, og niðaná komin var útsýnið ikki verri; tað var vakurt, óansæð hvønn veg vit vendu. Á veg oman aftur settust vit við Skeiðsá at fáa okkum heimabakað breyð við føroyskum viðskera. Tað var serstakt at njóta henda góða bitan og felagsskapin í friðsæla umhvørvinum, har einans áartutl og fuglaljóð hoyrdust. Ein sera væl eydnaður túrur var komin at enda, og vit kunnu avgjørt viðmæla at fara frálíka túrin niðan á Stall við Marka.

  4. Betri Banki Sverrisgøta

    Ein heilt fantastiskur gongutúrur í fínasta veðri, og ikki minni fantastiskt útsýni – eisini sjálvt um mjørkin argaði eitt sindur tá vit vóru hægst uppi. Tað var lætt at ganga allan vegin og longdin á túrinum var eisini passaligur, so øll kundu verða við. Margrit var nærverandi, og dugdi ótrúliga væl at greiða frá søgunum á teimum ymisku støðunum. Tá vit skuldu eta tann lekkrasta matpakkan, settu vit okkum tætt við eina á í einum dali, og har var ein friður, sum man ikki upplivur til dagligt í Havn J Av tí at vit vóru so nógvar, so var tað gott at Maria kundi ganga aftast og syrja fyri at allar vóru við.

    Betri Banki Sverrisgøta

Skriva eitt ummæli
Scroll to Top