VØRULÝSING
Túrurin er skipaður við íblástri úr Seyðabrævinum. Við hugtakandi søgu og sniði skipaðu føroyingar seyðahald og landbúnað, ið enn er í brúki, heili 700 ár seinni.
Vit hittast á parkeringsplássinum sunnan fyri Hundsarabotn og ganga niðan á søguliga Brynjumannaborð. Haðani ganga vit eftir gomlu oyggjargøtuni suður til Langaregn, har Oyggjarvegurin bleiv samanbundin.
Vit ganga niðan við vøkru Skeiðsá, niðan í Koppin og upp á Stall, ið liggur millum risarnar Skæling og Sornfelli. Har njóta vit stórsligna útsýnið út í hav og yvir á Trøllkonufingur.
Á vegnum verður tú tikin við aftur í tíðina og fram til dagin í dag. Eg fari at greiða frá hví Seyðabrævið kom, um seyð og søgulig støð sum Hórisgøtu, dagliga lívið í haganum og hvussu garðurin hevur verið partur av forkunnugum vitjanum og hendingum gjøgnum tíðirnar.
Talan er um ein pakkatúr við støði í 10 ferðandi. Túrurin er ætlaður bæði føroyingum og ferðafólki.
Møguleiki er at tillaga túrarnar. Skriva til marka@marka.fo ella ring 591500 fyri at vita meira.
Við í pakkanum er
- Gongutúrur við ferðaleiðara, ið er uppvaksin á Oyrareingjagarði.
- Søgufrágreiðing við íblástri úr Seyðabrævinum
- ☝️ Trýst á Ummæli bjálkan omanfyri fyri at lesa, hvat onnur siga um túrin. ☝️
UMMÆLI
Er ikki ummælt enn