fbpx

UM MARKA

VÆLKOMIN TIL MARKA

MARGRIT DEBESS

SEYÐABRÆVIÐ HUGTEKUR MEG

Íblásturin til MARKA stavar frá Seyðabrævinum. Eg eri so hugtikin av, at føroyingar longu í 1298 megnaðu at skipa seyðahald og landbúnað í Føroyum. Tað er serliga parturin at skipa seyðahald í Føroyum, sum hugtekur meg. Hvør garður fekk síni egnu mark at oyramerkja lombini við og við egnum navni. T.d. eita okkara mark, á Oyrareingjagarði, hálvt frá horni á høgra og bragd framman á vinstra.

UM MARKA

AT MARKA LOMB

Eg eri vaksin upp við at síggja pápa og abba mín marka lombini, og sum vaksin havi eg mangan hugsað, at hetta er ein sera einføld og nyttug skipan, sum enn er í brúki heili átta árhundraðir seinni – alt meðan broytingar annars fylla stóran part av gerandisdegnum. Seyðurin hoyrir til undir skipaðum viðurskiftum. Fara teir at reika ella villast teir, tryggja oyramarkini, at teir altið koma aftur til sítt fylgið. Eg valdi at kalla fyritøkuna MARKA, tí tað kallast at marka lomb.

UM MARKA

MØGULEIKAR Í OKKARA MARKAPARI

Áhugin fyri Seyðabrævinum er tvístreingjaður. Tað er fyrst og fremst tað søguliga í skipanini og frá garðinum, sum er áhugavert. Harafturat er tað vakurleikin í markunum, ið eg síggi so nógvar møguleikar í. Vit kenna øll ymisk brand, eitt mynstur, ið verður brúkt til ymiskar brúkslutir, klæðir o.a. Eg havi leingi sæð sama møguleika við okkara markapari, sum eg haldi klæða hvørjum øðrum so sera væl, og eru so klassisk, tíðarleys og elegant. Harafturat hava tey eisini eina serliga spennandi søgu, sum ger tey livandi. Eg síggi ein tørv á, at okkara vørur hava ein samleika, tað er júst tað, sum vekir minnir, tá tú sum ferðandi ert heimafturkomin.

UM MARKA

FYRSTA vøran

Eg byrjaði fyri tveimum árum síðani við fyrstu vøruni, ein tote bag úr vistfrøðiligari bummull við gullittum markum. Árið eftir kom so næsta vøran, eitt klassiskt hágóðskuregnskjól, somuleiðis við gullittum markum. Í ár vildi eg so menna triðju vøruna, túrar í haganum. Soleiðis eri eg nú við at flyta meg inn í eina størri heild, har eg taki tann ferðandi við aftur í tíðina og fram til dagin í dag. Við at bjóða meg fram sum ferðaleiðara uppvaksin á garðinum, við søgu, seyði/markum, mati og produktum haldi eg, at eg havi eina fjølbroytta og øðrvísi uppliving at bjóða tí ferðandi.

UM MARKA

FÓLK Á FERÐ

Valið av tasku og regnskjóli er ikki tilvildarligt. Har er nakað, ið knýtir markini, garðin og vøruna saman – ein felagsnevnari. Áðrenn Oyggjarvegurin varð liðugur í 1966, var Hórisgøta almenna farleiðin sunnanífrá. Fólk á ferð vóru tá ofta til gongu ella á hestbaki, og var Oyrareingjagarður tá eitt náttúrligt og hóskandi stað at steðga á, rinda møðina, heilsa upp á kenningar ella familju, fáa sær ein góðan bita og kanska liggja nátt, til ferðin byrjaði aftur.

UM MARKA

OYRAMERKT TIL TÍN

Tann, ið velur eina MARKA-vøru, skal fáa eina kenslu av at hava keypt eina dygdarvøru við eini serligari søgu um okkara uppruna og mentan. Búmerkið er klassiskt, elegant, tíðarleyst og mær dámar serliga væl at siga, at vøran skal upplivast sum “oyramerkt” til tín. Keypir eitt ferðafólk vøru frá mær, vóni eg, at vøran fer at kalla fram jaligar tankar um Føroyar. Ferðafólkið hevur verið á forvitnisligari ferð, hevur møtt gestablíðum fólki, hevur kunnað ferðast trygt undir skipaðum viðurskiftum og hevur kanska knýtt nógv nýggj bond.

Scroll to Top